Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

20 milliónir krónur til nýggja sjósavnið

Breiða danska fíggjarlógin er samtykt, og hon dryppar eisini í ár til føroyskar verkætlanir

Allir flokkar á Fólkatingi uttan Eindarlistin hava verið við til at stykkja donsku fíggjarlógina fyri 2024.

Eins og undanfarin ár, so er eisini peningur settur av til føroyskar verkætlanir, og fíggjarlógin fyri komandi ár er einki undantak.

Føroysku fólkatingsumboðini bæði, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, hava eisini gjørt avtalu við donsku stjórnina fyri 2024.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur serliga arbeitt fyri, at peningurin verður settur av til nýggja sjósavnið úti á Argjum.

Danska stjórnin setir tilsamans 20 milliónir av til verkætlanina í 2025, 26 og 27.

– Peningurin er settur av við teirri treyt, at restin av fíggingini er fingin vil vega um eitt ár. Annars fellur peningurin aftur til statin. Hugsanin er altso, at hetta – umframt at tað ger stóran mun í sær sjálvum – skal vera ein katalysator fyri at fáa restina av pengunum aðrar vegir, skrivar Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi.

Umframt at talan verður um nýtt sjósavn sjósavnið í Føroyum, so skal savnið eisini vera ein maritimur granskingardepil.

Saman við Onnu Falkenberg, hava føroysku fólkatingsumboðini eisini skaffað tvær milliónir krónur til ítrottarháskúlanum í Vági frá 2024 til 2027.

Gransking og undirvísing
Anna Falkenberg, fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, hevur – umframt avtaluna um ítróttarháskúlan í Vági – arbeitt fyri, at játtanin verður sett av til gransking í uttanríkis,- trygdar- og verjupolitikki, umframt at havgransking heldur fram. Eisini er játtan sett av til undirvísing í føroyskum viðurskiftum í danska fólkaskúlanum.

Ein stórur partur av játtanini hesa ferð fer til gransking. Størsti parturin fer til havgransking. Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.

Les eisini...  Fyrsti føroyingurin í Premier League

– Tí er ógvuliga gleðiligt at síggja, at áhugi framvegis at seta pengar av til at kanna, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka náttúru- og havumhvørvi við Føroyar.

– Í samband við fíggjarlógarsamráðingarnar fyri 2023 blivu fyri fyrstu ferð settir pengar av til gransking av uttanríkis,- trygdar- og verjumálum. Týdningurin av, at peningur aftur verður settur av í ár, kann tí ikki undirmetast, skrivar Anna Falkenberg í tíðindaskrivi.

Saman við Aaju Chemnitz, úr grønlendska flokkinum IA, hevur tað eisini eydnast at fáa seks milliónir krónur settar av til undirvísing í  danska fólkaskúlanum um nútímans føroysk og grønlendsk viðurskiftir.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalur fyri hesar ætlaninar:

  • 15,8 mió. kr. til gransking í havstreyminum kring Føroyar og Norðuratlantshavi
  • 5,5 mió. kr til gransking í uttanríkis,- verju- og trygdarpolitiskum málum
  • 6,0 mió. kr. til undirvísing í fólkaskúlanum í føroyskum og grønlendskum viðurskiftum
  • 2,0 mió. kr til “Rigsfællesskabets Højskolestipendium”, sum er gjørd saman við Sjúrð Skaale.