Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fer at taka fýra ár útvega og seta upp eftirlitsradaran á Sornfelli

Roynt verður at framskunda verkætlanina, um tað verður møguligt, sigur danski verjumálaráðharrin í svari til Onnu Falkenberg

Í verjusemjuni hjá donsku stjórnini eru ætlanir at seta ein eftirlitsradara upp á Sornfelli, men sum støðan er nú, so fer tað at taka fýra ár, áðrenn eftirlitsradarin stendur uppi, og so fer tað at taka eitt ár at testa radaran, áðrenn hann verður fult virkandi.

Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, í svari til Onnu Falkenberg, ið vildi hava at vita, nær vit kunnu rokna við, at eftirlitsradarin verður settur upp í Føroyum, og hvør skal umsita radaran.

– Eftirlitsradarin verður umsitin av donsku verjuni. Tað sæst í “fatanarpapírinum (forståelsespapiret, jour.)”, at ynskini hjá føroysku myndugleikunum, í samband við at byggja og reka eftirlitsradaran, sleppa upp í part, sigur Troels Lund Poulsen í svarinum til fólkatingskvinnuna.

Víðari sigur danski verjumálaráðharrin, at fundir halda fram, har ráðleggingartilgongd og bygging av eftirlitsradaranum vera umrødd, og hvussu farast skal fram á politiskum støði viðvíkjandi treytirnar fyri eftirlitsradaranum á Sornfelli.

Svarið til Onnu Falkenberg kann lesast her.