Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hørður og AB mugu finna ein annan heimavøll

Felagið hjá Hørður Askham má finna annan heimavøll til steypadystin móti FC Nordsjælland 9. desember vegna frost

Kommunan í Gladsaxe hevur í dag avgjørt, at tað skal ikki longur spælast á Gladsaxe-leikvøllinum restina av árinum, og tað fær avleiðingar fyri AB og Hørð Askham, sum harvið missa fyrimunin at spæla á heimavølli, tá AB og FC Nordsjælland skulu spæla steypadyst tann 9. desember, ið annars skuldi spælast í Gladsaxe.

Felagið veit enn ikki, hvar hesin dystur nú skal spælast.

– Hendan avgerðin er tikin fyri trygdina hjá spælarunum og fyri at tryggja, at vit hava ein góðan vøll, tá kappingin byrjar aftur í mars 2024, skrivar felagið.

Orsøkin er kalda veðrið í Danmark, sum hevur verið seinastu dagarnar og sum fer at halda fram.

– Frysti vøllurin gevur nakrar avbjóðingar, ið krevja nógv viðlíkahaldsarbeiði. Eisini mangla vit hita í vøllinum, sum er avgerandi fyri bestu viðurskiftini. Tí letur Gladsaxe-leikvøllurin ikki upp aftur fyrr enn í 2024, skrivar felagið hjá Hørði Askham.

AB og FC Nordsjælland skulu spæla tveir dystir móti hvørjum øðrum í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini. Tann fyrri verður leiktur í Farum tann 6. desember, og so var ætlanin, at feløgini skuldu spæla returdyst í Gladsaxe tríggjar dagar seinni, men nú er óvist, hvar tann dysturin verður spældur.

Hørður og AB spældu seinasta dyst í donsku 2. deild seinasta vikuskiftið, og liggja í løtuni á einum sætta plássi í deildini.