Millum teir sum stóðu seg væl á Ullevaal leikvøllinum í Oslo í kvøld, tá Føroyar taptu 0-2 fyri Noregi vóru málverjin, Bárður á Reynatrøð og verjuleikararnir, Andrias Edmundsson og Hørður H. Askham. Semja er um, at avrikið í fyrra hálvleiki ikki var nøktandi, men menn halda seg kunna liva við avrikinum í seinna hálvleiki, har Føroyar hildu Noreg frá at skora. Hoyr samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við teir tríggjar.


