Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Týsdagin klokkan 14 fáa tríggir lurtarar høvið at vinna bókina um Robert McBirnie, ið kemur á gátt hjá FM1 saman við Hilmari Jan Hansen

Millum klokkan 14 og 15 týsdagin verður ein serstøk sending á FM, ið Heri Simonsen skipar fyri í samband við, at bókin um lívssøguna hjá Roberti McBirnie, ið Hilmar Jan Hansen hevur skrivað er komin út í bók. Robert og Hilmar Jan koma á gátt í studionum hjá FM1 í Krosslíð í Havn fyri at tosa um innihaldið í bókini. Við sær hava Robert og Hilmar Jan trý eintøk av bókini um Robert, ið eru ætlaðar til burturluting á SMS-skipanini hjá FM1. Lurtararnir hjá FM1 kunnu ogna sær eitt eintak av bókini við at smsa inn til nummar 559999 tað besta minnið tey hava um Robert sum sangara, undirhaldara, lærara ella á øðrum øki. Trekt verður millum tey innkomnu smsini, og vera tað tríggir lurtarar sum vinna hvør sítt eintak av bókini.