Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt politiskt bakbit á okkara sjófólk og arbeiðsfólk uttanlands

Í øllum hesum politiska ruðuleikanum verður lovað at geva ein skattalætta til føroyingar, og hesin skal fíggjast m.a. av einum ávísum samfelagsbólki, nevnliga føroyskir fiskimenn og sjómenn við føroyskum og útlendskum skipum og arbeiðsfólk uttanlands, skriva fýra fiskimannafeløg í felagsskrivi

Politiska bakgrundin fyri avtøku av skattaserskipan
Samgongan og landsstýrið stríðast við at fáa fíggjarlógina 2024 at hanga saman – og hetta hendir í allar bestu tíðum, við t.d. ongum arbeiðsloysi og høgum útflutningsvirðið. Men tað almenna vísir ikki afturhald í góðum tíðum og savnar pening til verri tíðir – alt verður brent av til hægri rakstur og umfatandi alment íløguvirksemi, og sum er við til at skunda undir inflatión og príshækkingar og ger tað uppaftur dýrari at liva hjá vanliga borgaranum. Nú manglar bara at fara út at lána til hesa ovnýtsluna í bestu tíðum.

Í øllum hesum politiska ruðuleikanum verður lovað at geva ein skattalætta til føroyingar, og hesin skal fíggjast m.a. av einum ávísum samfelagsbólki, nevnliga føroyskir fiskimenn og sjómenn við føroyskum og útlendskum skipum og arbeiðsfólk uttanlands.

Grundgevingarnar fyri avtøku av serskipanum, um skeiklan av arbeiðsmarknaðinum, eru ikki rættar. Hesi starvsfólkini hava tey flestu góðar førleikar (high skills og leiðandi), finna ikki arbeiði í Føroyum uttan víðari, og eisini eru arbeiðs- og lønartreytir nógv betri í útlandinum – so einfalt er tað. Hóast betri arbeiðs-og lønartreytir í útlandinum, verða hesi fólk búgvandi í Føroyum, serliga tí verandi skattaserskipan skapar nakrar betri kappingarførar lønartreytir. Ein broyting vil hava við sær, at okkara útlendski starvsfelagið hevur munandi meira eftir, eftir skatt kanska millum 15-20%. Vit skulu ikki gloyma, at føroyingar við góðum førleikum, uttan trupulleikar, kunnu virka á einum altjóða arbeiðsmarknaði.

Ein serskipan og onnur
Flest øll í hesum landinum vita, at føroyska samfelagið hevur nógvar serskipanir á øllum økjum (selektivar skipanir, sum raka avmarkað og málrættað), eisini á skattaøkinum. Politiska skipanin hevur mett, at hesar skipanir eru rímuligar og til gagns fyri borgaran, samfelagið, búskapin o.a., og vísa seg at virka eftir endamálinum.

Les eisini...  Drúgva sigursrøðin og silvurheiðursmerkini bjargaðu árinum hjá Víkingi

Knappliga skal ein skattaserskipan til ein ávísan samfelagbólk, sum enntá leggur eftir sær til samfelagið 1 milliard kr. í lønarinntøkum, avtakast – ein stabil inntøka, sum við stórari vissu fer at minka, um ætlanin gerst veruleiki.

Órein samanseting av skattapakka – setir ilt ímillum samfelagsbólkar
Skattapakkin, sum samgongan og landsstýrið hava lanserað er við til at skapa split ímillum samfelagsbólkar. Samgongan og landsstýrið lova breiðu fjøldini ein skattalætta (ein stórur meirluti, tilsamans umleið 28.000 lønmótakarar), sum skal fíggjast av einum avmarkaðum samfelagsbólki (herav ein minniluti upp á umleið 2.500 lønmótakarar). Soleiðis setir samgongan og landsstýrið eina klemmu á føroyskar fiskimenn og sjómenn við føroyskum og útlendskum skipum og arbeiðsfólk uttanlands.

Tað er vælkomið hjá stóra meirlutanum av lønmóttakarum at fáa ein skattalætta, og tí stendur minnilutin av lønmóttakarum, sum skal fíggja henda skattalætta, veikt – hetta veit samgongan og landsstýrið væl. Í bíbiltalu, Dávid móti Goliat.

Deloitte: Fær fíggjarligar avleiðingar fyri almennu kassarnar

Føroyingar, ið arbeiða uttanlands rinda umleið 300 mió. kr. í almennu kassarnar. Við lógaruppskotunum hjá landsstýrinum minkar henda upphædd við 43 mió. kr. Tá er ikki hædd tikin fyri møguligum ringvirkningum av minkingini.

Tað er m.a. niðurstøðan í einum uppriti, sum Deloitte Economics hevur gjørt fyri Antares, sum hevur yvirskriftina: ”Udenlandspendlernes betydning for den færøske samfundsøkonomi”.

Hvar eru Dennis Holm og Høgni Hoydal?
Vit, sum arbeiða í fiskivinnuni og verða raktir av hesum uppskotinum, hoyra bara landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, grundgeva fyri skattapolitisku ætlanini – og hvørja ferð vísandi til Vinnuhúsið.

Men, hvar er okkara maður í fiskivinnumálum, Dennis Holm – hví gevur hann frítt spæl at bróta niður eina vælvirkandi og skilagóða serskipan. Og hvar er okkara maður í vinnumálum, hesin sum m.a. skal vera við til at skapa karmar fyri at útvega valuta til landið.

Les eisini...  Kappast í fimm hálvmarathon í 2024

Stuðlar henda politiska ætlanin undir tjóðarbygging?

Og er tað so galið, at samgongan og landsstýrið ikki kunnu finna sparingar, rationaliseringar, nýskipanir ella vísa afturhaldni fyri 54 mió. kr. yvir 4-5 ár – út av einari løgtingsfíggjarlóg, sum javnvigar við 7 milliardum kr. árliga, til rakstur og íløgur?

Undirskriftainnsavnan
Undirritaðu feløg hava skipað fyri einari undirskriftainnsavan og í skrivandi løtu eru heili 925 føroyingar, sum hava valt at stuðla við sínari undirskrift – og talið bara veksur.

Tær viðmerkingar, sum verða gjørdar vísa greitt, at politiski myndugleikin er á skeivari kós.

Vónandi lesa okkara politikarar tær viðmerkingar, sum gjørdar eru – týðuligt, at fólk finna seg ikki í at verða brúkt í einum politiskum spæli, og at teimum verður víst so lítla virðing fyri at arbeiða og virka fyri Føroya land, heimanífrá, frá familju og øllum virksemi, sum onnur taka fyri givið.

Men stríðið hjá okkum endar ikki her!

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Føroya Fiskimannafelag

Føroyskir Fiskimenn Uttanlands, FFU

Maskinmeistarafelagið