Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hækkan av gjaldið til Kringvarpið til hoyringar

Mentamálaráðið skjýtur upp, at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr 150 krónum um mánaðin og upp í 163 krónur um mánaðin

Í samgonguskjalinum stendur, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, men tað hevur higartil ikki verið nógv at sæð til hetta. Herfyri boðaði stjórin í Kringvarpinum, Ivan Hentze Niclasen, frá, at stovnurin varð noyddur at spara, og tí vórðu 11 ársverk í Kringvarpinum spard burtur, fyri at fáa fíggjarætlanina at hanga saman.

Men nú er líkt til, at broytingar eru á veg, sum skulu hjálpa Kringvarpinum.

Almanna- og mentamálaráðið boðar frá, at skotið verður upp at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr 150 krónum um mánaðin og upp í 163 krónur um mánaðin.

Hjá fólki í fólkapensjónsaldri verður skotið upp at hækka gjaldskyldugu upphæddina úr 50 krónum og upp í 63 krónur. 

Í viðmerkingunum stendur at lesa, at kringvarpsgjaldið hevur staðið í stað í nógv ár, men skal tað broytast, so er neyðugt at broyta lógina.

“Stórur prísvøkstur hevur verið seinastu 18 árini – og serliga seinastu tvey árini. Eisini er tað vorðið munandi dýrari hjá Kringvarpinum at keypa rættindi, eins og starvsfólkaútreiðslurnar eru vaksnar nógv, tí fleiri av starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya eru vorðin fevnd av BA-stiganum hjá Starvsfelagnum. Hóast stóran fólkavøkstur seinastu árini er talið á fólki í fólkapensjónsaldri vorðið vaksandi. Tað hevur havt neiliga ávirkan á inntøkugrundarlagið hjá stovninum, tí tað ger, at alsamt fleiri verða fevnd av lægra kringvarpsgjaldinum.

Kringvarp Føroya hevur seinastu árini tikið nógv stig fyri at betra um raksturin, og í nov. 2023 eru áleið 11 ársverk spard burtur. Tílík skerjing fer at merkjast á framleiðsluni/skránni. Eitt nú ætlar leiðslan á stovninum at strika Nýggjárskonsertina, Í luftini og finalur innan flogbólt, svimjing og fimleik. Fiskivinnutingið verður eftir ætlan strikað, og helst verða eisini Torradagar, U-21 hondbóltur, Geytin og aðrar sonevndar Open-Broadcast framleiðslur strikaðar. Innan Aktuelt verða tímapressurnar í útvarpinum millum kl. 13.00 og 17.00 strikaðar, eins og ítrótturin verður munandi skerdur. Innan Mentan verður farið úr á leið 40 dokumentarum og niður í áleið 24. Eisini verða sendingar so sum Samværi, Vágskálin og Vikan strikaðar saman við tónleikasendingum. Helst fara skerjingarnar eisini at hava avleiddan virknað fyri sendingar til børn og ung.

Um eingi átøk verða gjørd, fer stovnurin í 2024 væntandi at hava eitt hall á umleið 8,5 mió. kr. Um verandi uppskot verður samtykt, kemur stovnurin so við og við í fíggjarliga javnvág”, stendur at lesa í almennu viðmerkingunum til uppskotið hjá Mentamálaráðnum, sum nú er sent til hoyringar.