Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skal tín filmur verða sýndur til Geytan 2024?

Freistin at lata film inn er mánadagin 8. januar 2024, áðrenn midnátt

Hevur tú gjørt ein nýggjan og góðan stuttfilm? So er bara at lesa víðari, tí 9. februar verður stuttfilmskappingin, Geytin, aftur í Norðurlandahúsinum – kappingin, har nýggir føroyskir stuttfilmar verða sýndir og heiðraðir.

Um tú hevur gjørt ein stuttfilm, sum tú kundi hugsað tær at havt við í kappingini, skalt tú melda filmin inn í seinasta lagi 8. januar, áðrenn midnátt.

Tú meldar stuttfilmin inn við at senda eini boð til film@nlh.fo við hesum upplýsingum:

• Heiti og longd á filmi

• Slag av filmi, umframt nær/hvar hann seinast varð sýndur alment (um nakrantíð)

• Synopsis

• Navn á leikstjóra

• Teldupostadressu og telefonnummar hjá kontaktpersóni

Fleiri upplýsingar um, hvussu tú meldar til og um krøvini til filmin eru at finna á nlh.fo

Ein yrkisnevnd metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk. Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum, og avgerðin er endalig.

Um tín filmur verður valdur til Geytan, fært tú boð um hetta í seinasta lagi 17. januar 2024, har tú fært stutta freist at lata filmin inn aftur í røttum formati og við undirteksti.

Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á film@nlh.fo