Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður hevði “gloymt” at hann skuldi inn at sita

- Hetta hendir av og á, greiðir vaktleiðarin frá

Tað kemur viðhvørt fyri, at løgreglan má fara at leita eftir fólki, sum skulu inn at sita.

Tað eru ikki nógv pláss í varðhaldinum í Mjørkadali, og tí kann tað koma fyri, at fólk skulu bíða eftir, at tey skulu inn at sita ein dóm, sum tey hava fingið. Men tað kemur eisini fyri, at fólk ikki møta upp í varðhaldinum, tá tey eiga at møta upp har.

Í gjár var løgreglan noydd at fara út leita eftir einum manni í 30-árunum, ið ikki var møttur upp til at sita ein dóm.

Vaktleiðarin sigur í morgun, at løgreglan fann mannin, sum varð handtikin á staðnum og tikin inn at sita dómin hjá sær.

– Tað hendir av og á, at fólk, sum hava fingið ein dóm, ikki møta upp til tíðina, og tí má løgreglan fara út at leita eftir viðkomandi. Tilkomni maðurin átti at vita betur, greiðir vaktleiðarin frá.