Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur kom í gassfløsku

Eingin vandi stóðst av hendingini

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einari gassfløsku, sum stóð undir einari grill.

Hetta var í einum av bygdunum í Eysturkommunu.

– Tað var feilur í ventilinum, sum var orsøkin til, at eldur kom í gassfløskuna, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá í morgun.

Løgreglan boðaði sløkkiliðnum á staðnum frá hendingini, sum fór á staðið, og har kundi átaksleiðarin staðfesta, at eingin vandi var á ferð.

Tað var lítið gass í fløskuni, og talan var um ein lítlan loga, sum stóð út frá fløskuni. Løgreglan visti í morgun ikki at siga, hví eldur kom í gassfløskuna, men kundi bara staðfesta, at alt spældi væl av.

Um eldur stendur úr eini gassfløsku, kann hann verða sløktur bert við at skrúva kranan fyri ella við at nýta ein pulvursløkkjara. Eldur í krananum ella trygdarventilinum eyðkennist av, at ein logi stendur út frá teimum. Login kann vera lítil ella stórur, alt eftir hvussu lekin er. Í hesum føri skalt tú lata sløkkiliðið um at sløkkja.

Til ber at lesa meira um grundleggjandi vitan um eldsløkking her.

Nógvur roykur
Beint eftir klokkan 16 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um nógvan royk í einum húsum í Havn.

Ein ungur maður boðaði løgregluni frá hesum. Tað vísti seg, at tað var ein breyðristari, sum hevði staðið á einari kókiplátu, ið var frá, og tí var breyðristarin byrjaður at smelta. Unglingin fór sjálvur útum við breyðristaranum, men valdi at boða løgregluni frá, tí hann kendi seg ikki heilt tryggan við støðuna.

Les eisini...  Hondbóltssambandið og Hotel Djurhuus gjørt nýggja avtalu

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at ert tú í iva, hvussu tú skalt bera teg at í tílíkum støðum, so ring heldur einaferð ov ofta eftir hjálp, enn einaferð ov lítið.