Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rendi á eitt el-skáp

Trý hús mistu streymin av ferðsluóhappinum

Hann sigur frá køldum veðri hesa vikuna, og tað var eisini sera hált í gjárkvøldið.

Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir um hálkuóhapp, sum bæði vóru í Eysturoynni.

Seint í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna, eftir at ein bilur hevði rent á eitt el-skáp hjá Sev nærhendis Rituvík.

Tað var sera hált, og bilførarin misti tamarhald á bilunum, ið fór útav vegnum.

El-skápið fór illa, og tað hevði eisini við sær, at trý hús misti streymin av óhappinum.

Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, fór til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum, men tað spældi alt væl av.

Løtu seinni fekk løgreglan aftur eina fráboðan um hálkuóhapp – hesa ferð á vegnum Millum Fjarða við vegamótið til Oyndarfjarðar. Bilurin gleið av vegnum og endaði í einum mórudíki, men fekst ikki leysur aftur, og tí skal bilurin hava hjálp at sleppa leysur aftur, og tað verður í dag einaferð, at bilurin verður tikin upp.

Bilførarin, ið var einsamallur í bilinum, slapp snikkaleysur frá hendingini.