Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kappast í fimm hálvmarathon í 2024

Sum nakað heilt nýtt verður í 2024 kappast um eitt serligt heiðursmerki, sum verður latið teimum, ið luttaka í øllum fimm siðbundnu hálvmarathon-kappingunum í Føroyum í 2024

Íblásturin til serliga heiðurin er komin frá teimum, sum hava framt bragdið at renna tær seks altjóða marathon-kappingarnar í World Marathon Majors.

Tær fimm kappingarnar eru:

  • Nýggjárshálvmarathon í Eysturoy í januar
  • FM í Hálvmarathon í Klaksvík í mai
  • Tórshavn Marathon Hálvmarathon í juni
  • Føroya Sunnasta Hálvmarathon í Suðuroy í juli
  • Føroya Vakrasta Hálvmarathon í Vágum í september

Treytirnar fyri at fáa serliga heiðursmerkið eru sera einfaldar – at luttakarin hevur luttikið og er komin á mál í øllum fimm hálvmaratontiltøkunum í 2024. Heiðursmerkini verða latin eftir Føroya Vakrasta Hálvmarathon vesturi í Vágum.

Talan er sostatt ikki um eina kapping, men ein serligan heiður, sum verður sýndur øllum, sum megna at luttaka í øllum fimm siðbundnu hálvmarathon-kappingunum í Føroyum í 2024

Fyrsta kappingin er longu tann 6. januar, tá Nýggjárshálvmarathon verður runnið av Skála og út á Toftir.

Tilmeldingin til ta kappingini er longu tøk á tilmeldingarsíðuni her.

Kelda: athletics.fo