Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú styttist til Føroya vakrasta hálvmaratonn

Leygardagin 2. september verður árliga tiltakið hjá Ítróttarfelagum Frælsi

Hetta er tígginda ferðin, at skipað verður fyri Føroya vakrasta hálvmaratonn, har runnið verður í Gásadali til Sandavágs. Higartil hava yvir 700 luttakarar teknað seg til at ganga ella at renna teinin á 21.0975 kilometrar.

Freistin at tekna seg ella at gera broytingar í tilmeldingini er 26. august. Lagt verður upp til at tey sum klára at gjøgnumføra teinin innan tríggjar tímar, tekna seg til at renna.

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur her vesturi, rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er livandi tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum vit hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári. Higartil eru luttakarar frá tíggju ymiskum londum, sum koma at renna úr Gásadali til Sandavágs.

Tú stuðlar tá tú luttekur í Føroya vakrasta hálvmaratonn

Eins og undanfarin ár fara 100 krónur av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið og rennarar kunnu velja at stuðla eisini.

Ítróttarfelag Frælsi letur eisini altíð stuðul til Beran í sambandi við #FVHM. Berin er sorgarbólkur fyri børn, ið hava mist ein av sínum nærmastu.

Gásadalstunnilin og Vatnavegurin stongdir

Fyri trygdina hjá teimum sum luttaka verður Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til kl. 11.30 og Vatnavegin frá kl. 11.30 til kl. 13.00. Frá kl. 13.00 til 14.00 verður skipað konvoykoyring frá rundkoyringini við FK í Miðvági til flogvøllin.

Les eisini...  Kappast í fimm hálvmarathon í 2024

Koma á mál við Sandavágs kirkju

Tey sum tekna seg til #FVHM møta í ítróttarhøllini á Giljanesi, har startnummar verður heintað, síðan verða luttakararnir førdir við bussum frá Giljanesi til Gásadals. Tey sum luttaka við at ganga túrin fara kl. 9.00 og ímeðan tey sum skulu renna fara frá Giljanesi kl. 10.00. Skotið verður í gongd kl. 10.00 hjá gangarum og kl. 11.00 hjá rennarum í Gásadali.

Tá komið verður á mál við Sandavágs kirkju, fáa øll tey sum hava gjøgnumført teir 21.0975 kilometrar eitt heiðursmerki fyri luttøku skapað sum Vágar, har rutan runnið ella gingið hevur verið eisini er markera.

Myndaboksin verður eisini til staðar á málinum, stuttligt at hava eina mynd at minnast afturá. Aftaná bjóðar Ítróttarfelagið Frælsi ein miðmála, á Giljanesi, við laksi frá Hiddenfjord, og heima bakstur afturvið kaffi.