Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ skal vinna uttan Árna

Hóskvøldið spælir KÍ sín seinasta heimadyst í Conference League-bólkaspælinum ímóti Slovan Bratislava. Skal KÍ gera sær nakrar vónir at koma víðari úr bólkaspælinum, so skal KÍ vinna dystin, og tað skal KÍ klára uttan mannin, ið hevur skorað og lagt upp til flest mál hjá KÍ úti í Evropa, Árna Frederiksberg

Vit minnast øll støðuna fyri trimum árum síðan, tá KÍ og Slovan Bratislava skuldu spæla í Klaksvík, men korona legði meinbogar fyri útiliðið, ið tapti á pappírinum.

Men hóskvøldið møtast liðini aftur á Tórsvølli, og fyri nøkur í KÍ er talan um seinasta heimadyst á hesum sinni. Óvissa valdar um nakrar spælarar í hópinum, men givið er, at Vegard Forren, hjálparvenjarin, Daniel Berg Hestad, og fysiski venjarin, Elisabet Vang, vera við til sín seinasta heimadyst í hesum føri.

Nógvir spurningar eru undan dystinum hóskvøldið. Hvussu megnar KÍ at fáa mál í einum dysti, sum KÍ skal vinna, skal KÍ gera sær nakrar vónir at koma víðari úr bólkaspælinum, eins og venjarin, Magne Hoseth, greitt meldaði út, eftir at lutakastið til bólkaspælið hevði verið? Árni Frederiksberg er maðurin, sum hevur skorað flest mál og lagt upp til flest mál hjá KÍ úti í Evropa, men hann verður ikki við hóskvøldið vegna leikbann, ið hann fekk í seinasta dysti, tá KÍ tapti fyri Ljubljana á útivølli.

Spurnartekn kunnu eisini setast við, hvussu formurin er hjá KÍ-spælarunum, sum ikki hava spælt dyst síðan 9. november, tá spældi úti móti Ljubljana, og so seinasta dystin í Betri Deildini, tá KÍ tapti fyri Víkingi á heimavølli tann 29. oktober.

Seinast KÍ og Slovan møttust, so gjørdist talan um ein spennandi dyst, men har Slovan Bratislava dró longra stráið, tá ið teir vunnu 2-1. Málið hjá KÍ skeyt Deni Pavlovic, eftir gott hornaspark frá Árna Frederiksberg. Munurin á liðnum var tó ikki heilt stórur, og vóru KÍ-spælararnir meira hepnir og dugnaligir frammanfyri Slovan-málið, so kundi úrslitið verið heilt øðrvísi.

Les eisini...  Jákup B. Andreasen fær nógvar fyrispurningar uttanlands

Hóast útlitini fyri víðari luttøku í kappingin er trupul, eins og Magne Hoseth og Jákup B. Andreasen viðurkendu eftir dystin ímóti Ljubljana, so fer KÍ hóskvøldið at gera sítt til, at møguleikin at vinna sær víðari luttøku í Evropa skal vera til staðar.

Dysturin hóskvøldið byrjar klokkan 17:45, og FM1 sigur frá dystinum.