Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður kom sær í trupulleikar úti í haganum

Ein maður var farin ein túr úr Sørvági og út á Drangarnar, men tað var kalt í veðrinum, og á veg heimaftur var bøurin so hálur, at maðurin ringdi eftir hjálp. Her er eitt sindur av hvørjum í løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið

Ofta hoyra vit ávaringar, at tað er hált og svartakálk á landsvegunum kring landið um hesa ársins tíð, men tað er ikki bara vegir, ið blíva hálir, tá tað frystir. Eisini kann frostur vera við til, at tað gerst vandamikið at ganga úti í náttúruni, og tað mátti ein maður sanna í gjár.

Ein maður var farin ein túr úr Sørvági og út á Drangarnar, men tað var kalt í veðrinum, og á veg heimaftur var bøurin vorðin so hálur, at maðurin ringdi eftir hjálp, tí hann kendi seg ikki tryggan við støðuna, tí tað var bæði hált og svartakálk á leiðini. Hann ringdi til konu sína, og konan avgjørdi beinavegin at ringja til tilbúgvingina eftir hjálp.

Hetta var um 18-tíðina í gjárkvøldið.

Løgreglan setti seg í samband við MRCC og átaksleiðaran hjá Sørvágs Sløkkilið, og avgjørt bleiv, at bátur varð sendur eftir manninum, tí tað byrjaði at skýma. Tá báturin kom út, har sum maðurin var, so var tyrlan hjá Atlantsflog eisini komin á staðið og lýsti staðið upp, so maðurin kundi síggja, hvar hann gekk.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at maðurin var væl útgjørdur til túrin annars, men av tí, at tað var so hált, so vóru hesi stig tikin, at fáa mannin heim aftur í øllum góðum.

Eitt sindur av hvørjum í løgreglufrágreiðingini
Annars er nógv skrivað niður á døgnrapportini fyri tað seinasta døgnið.

Í gjáramorgunin gjørdi løgreglan málrættað innsats, sum tað eitur á politimáli, har morgunferðslan varð kannað við nakrar skúlar í Havn, men har var alt sum tað eigur at vera.

Les eisini...  Jóannes Bjartalíð: – Sindur ergiligt ikki at hava verið partur av KÍ-hópinum í summar

Í gjáramorgunin kom ein fráboðan um royk úr einum báti í Toftum. Átaksleiðarin á staðnum fór á staðið, men tað vísti seg at vera dampur frá økinum nærhendis, har fiskakassar vórðu vaskaðir.

Um 13-tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði stolið øl úr einum hjalli í Hoyvík

– Hjallurin hevur helst staðin ólæstur, og tað var kanska freistandi hjá viðkomandi at taka sær nakrar øl, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Fyri tíð síðan kom tað javnan fyri, at øl og rúsdrekka varð stolið úr hjallum í høvuðsstaðarøkinum, men nú er tað eitt sindur langtsíðani seinast – inntil í gjár – at tílíkur stuldur hevur verið fráboðaður, greiðir vaktleiðarin frá.

Í gjárkvøldið fór ein brandalarmur í gongd í einum lagri í einum handli í Havn, men tað vísti seg at vera ein tekniskur feilur.

Í nátt hevur løgreglan eisini verið úti og klipt nakrar nummarplátur vegna vegskattaeftirstøður, og fýra plátur vórðu kliptar í norðurøkinum í nátt.

Eisini var málrættaður innsatsur gjørdur fyri at kanna bilførarar fyri rúsdrekka og narko í Havn í nátt. Løgreglan fann narko í einum bili, men tað vísti seg, at tað var ikki bilførarin, sum var ávirkaður av rúsevnum, men heldur eitt fólk, sum var við í bilinum, ið eisini hevði narko uppi á sær, og stendur til at fáa eina bót fyri hetta.

Á Toftum hevur verið nakað av stuldri av brennievni úr smábátum seinasta hálva árið, sum liggja við bátabrúgvarnar har, og tí hevur løgreglan eyguni við økinum, og í gjár var løgreglan aftur á økinum, men heldur ikki í nátt sást nakar brennievnistjóvur á staðnum.

Les eisini...  Hótti við knívi í Klaksvík

Beint yvir klokkan tvey í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur spældi tónleik, sum var í so hart frá, at fólk har umleiðir kundu sova.

– Ein patrulja hjá løgregluni fór á staðið, og bað fólkini um at dempa tónleikin og eisini seg sjálvi. Fólkini vóru lýðin, so har gera vit ikki meira við hatta málið, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.