Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup B hevur vant fríspørk

Liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, hevur eftir venjingar vant eitt sindur meira at skjóta fríspørk, nú Árni Frederiksberg hevur leikbann

Tað er ein dyggur smeitur fyri KÍ, at Árni Frederiksberg, sum hevur lagt upp og eisini skotið flest mál fyri KÍ í Evropa í ár, ikki er við í avgerandi dystinum í kvøld móti Slovan Bratislava vegna leikbann.

Men liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, hevur eftir venjingar vant eitt sindur meira at skjóta fríspørk. Hann ætlar sær at koma á listan, fær KÍ fríspark í góðari støðu.