Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Páll: Vit eru væl fyri

KÍ skal vinna dystin í kvøld móti Slovan Bratislava, og KÍ-áleyparin Páll Klettskarð sigur, at so leingi KÍ hevur møguleikan at koma víðari, so verður farið eftir møguleikanum

Hóast tað er nakað síðan, at KÍ hevur spælt dyst, so sigur KÍ-áleyparin Páll Klettskarð, at menn hava verið hugagóðir til venjing.

Hann viðurkennir, at tað er ein stórur missur, at Árni Frederiksberg er leikbannaður til dystin móti Slovan Bratislava, men sigur samstundis, at so mugu aðrir spælarar vaksa við uppgávuni, soleiðis at KÍ fær eitt gott úrslit móti Slovan.

– So leingi, ið vit hava møguleikan, so fara vit eftir honum, sigur áleyparin, sum er spentur til dystin í kvøld.