Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Slovakiskur tíðindamaður vitjaði FM1

- Ivan Kmotrik er vorðin meira vaksin, sigur Michal Dutka um ítróttarstjóran hjá Slovan, ið skræddi seg um føroyskar myndugleikar og KÍ í 2020, sum saman við vertinum, Sigurjón Einarsson, mintust aftur á koronadystin í 2020, ið ongantíð varð spældur

Sum upptakt til dystin millum KÍ og Slovan Bratislava í kvøld, so fekk FM1 vitjan av slovakiska tíðindamanninum Michal Dutka, sum arbeiðir fyri tjóðarútvarpið í Slovakia, Radio Slovakia.

Hann greiddi frá um Slovan Bratislava, sum er í einum góðum stima í løtuni, har liðið millum annað hevur vunnið tíggju teir seinastu dystirnar í bestu slovakisku deildini.

Eisini varð nomið við koronadystin í 2020, ið ongantíð varð spældur, og eisini um slovakiskan landsliðsfótbólt, nú Slovakia hevur vunnið sær luttøku til EM-endaspælið í Týsklandi komandi summar.