Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jonathan: Eg havi einki tilboð fingið

Hann er farin avstað við nógvum yvirskriftum í altjóða miðlum nú í heyst, men Jonathan Johansson sigur, at hóast tað er stuttligt við miðlaumrøðu, so sæst tað ikki aftur í tilboðum frá feløgum. Fyri tveimum mánaðum síðan var hann ikki avvísandi at halda fram í KÍ, og tað er enn sama støða, sigur hann

Hóast nógvir altjóða miðlar hava skrivað um áhugaverdu søguna um svenska málverjan hjá KÍ, Jonathan Johansson, umframt at hann hevur staðið nakrar branddystir fyri KÍ, so hevur ikki fingið eitt tað einasta tilboð frá nøkrum fótbóltsfelag.

Hann hevur ikki tosað um framtíðina við KÍ enn, men er sinnaður at halda fram, um ein loysn verður funnin, soleiðis at hann kann hugsavna seg um fótbólt og fáa damuna hjá sær við til Føroya, sum í løtuni býr í Oslo.

Søgan um KÍ-málverjan er farin víða um úti í heimi, tí í veruleikanum var hann givin at spæla fótbólt. Jonathan Johansson legði faktiskt málmanshandskarnar á hillina í 2021, og fór at arbeiða sum elektrikari í Oslo, men hann saknaði at spæla fótbólt, og fór tí at spæla sum miðverji í norsku 5. deild fyrr í vár.

Men tá ið KÍ-venjarin ringdi til hansara, meðan Jonathan var í feriu á Rhodos, ja, so er restin søga, ið hevur talað fyri seg.

Nú snýr tað seg um at gera tað gott í tveimum teimum seinastu dystinum í bólkaspælinum í Conference League, og fara eftir møguleikanum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.