Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Víðkað Jukebox

FM1 sendir eina víðkaða Jukebox í dag frá klokkan 10 til 14, har kapping og lurtaraynskir verða á skránni, umframt at gestir koma á gátt

Í dag sendir FM1 eina víðkaða Jukebox, sum verður send frá klokkan 10 til 14.

Umframt lurtaraynskir, so verður eisini ein kapping á skránni, har til ber at vinna hesar vinningarnar:

2 atgongumerkir til Kristfest

2 x tvey atgonumerki til dystin KÍ og Slovan Bratislava

1 stk. jólaperur frá Bygma

Vit fara at hava eina fjølbroytta sending, har gestir eisini koma á gátt, millum annað umboð fyri Kristfest, sum fara at tosa um kristna tónleikafestivalin, og so kemur eisini ein journalistur frá Slovakia á gátt, sum fer at tosa eitt sindur um, hvussu slovakar upplivdu koronadystin í 2020, tá KÍ og Slovan Bratislava skuldu spæla í Klaksvík, men dysturin bleiv av ongum vegna tvær ferðir koronasmittu í Slovan-hópinum.

Lurtið við á FM1.