Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trý fólk lógu avdottin á Tvøroyri

Her eru brot úr løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið

Løgreglan heldur fram at gera ferðsluátøk við skúlar, og í gjár var heldur einki undantak. Fylgt var við morgunferðsluni við skúlar í norðurøkinum, Kollafirði, Velbastað og í Havn. Bert ein átala varð givin, og tað var fyri, at eitt barn sat við skúlatasku uppi á sær í bilbelti, so tað fekk viðkomandi foreldur ein lyftan peikifingur fyri.

Í gjár, um 15-tíðina, fekk løgreglan eisini boð um, at eitt fólk lá avdottið tætt við hotellið á Tvøroyri. Viðkomandi kom við inn á løgreglustøðina, har viðkomandi slapp at koma fyri seg.

Stutt eftir, beint eftir klokkan 16, fekk løgreglan aftur eina fráboðan úr Tvøroyri um avdottin fólk – hesa ferð vóru tvey fólk sædd avdottin í gamla kappróðrarneystinum á Tvøroyri. Hesi vóru eisini tikin við á løgreglustøðina, har tey fingu loyvi til at koma fyri seg, áðrenn øll trý fólkini fóru norður við Smyrli.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at øll hesi trý fólkini vóru ikki heimahoyrandi í Suðuroy.

Í nátt hevur løgreglan eisini havt nakrar málrættaðar ferðslukanningar í norðurøkinum og í Havn, men har vísti alt seg at vera í ordan.

Eisini vórðu eitt sett av nummarplátum klipt av bili í norðurøkinum, har ein vegskattaeftirstøðan ikki var goldin.

Fyrradagin skrivaðu vit um, at ein ungur drongur í Havn ringdi til løgregluna, tí hann sá so nógvan royk í køkinum, tá hann kom heim úr skúla. Roykurin kom frá einum breyðristara, sum unglingin bar útum. Sløkkiliðið kom á staðið, men kundi skjótt staðfesta, at eingin vandi var á ferð.

Nú hevur løgreglan skuldsett eigaran av húsinum fyri brot á “beredtskabsloven”, tí vandi var fyri eldi, har eigarin tó av óvart helst hevur koyrt kókiplátina frá, har so breyðristarin stóð á. Bótin ljóðar upp á 1.000 krónur.