Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vladimir Weiss: – Hetta var ein lætti

Venjarin hjá Slovan Bratislava var nøgdur við at vinna, hóast liðið hjá sær fekk ein hvøkk. Hann rósti nógv heimaliðið fyri at hava skapt ein góðan dyst

(Tórsvøllur):

– Tað var gott at vinna í kvøld. Hetta var ein lætti.

Tað sigur venjarin hjá Slovan Bratislava, Vladimir Weiss, á tíðindafundinum eftir dystin móti KÍ á Tórsvølli í kvøld, ið Slovan vann 2-1. Harvið hevur Slovan vunnið sær víðari luttøku í Conference League.

Venjarin viðurkendi, at liðið hjá sær byrjaði dystin illa, har KÍ loypti hvøkk á við at leypa á útiliðið við høgum trýsti.

– Vit byrjaðu dystin sera illa. Vit brúktu ov nógva tíð á bóltinum, og vit manglaðu ferð í okkara spæli. Tá vit komu afturum, broyttu vit nøkur ting og gjørdu onkrar smáar justeringar, sum riggaðu. Samstundis tóku nakrar av okkara royndu spælarum meira ábyrgd, og meira ferð kom á okkara spæl, sigur Slovan-venjarin.

Vladimir Weiss rósti KÍ-spælarunum, ið hann helt stríddust væl allan dystin á tamb.

– Teir hava ikki tapt á heimavølli í níggju dystum, so tað kennist gott at vinna. KÍ hevði kanska uppiborið meira, men okkara málverji stóð væl í dag, sigur Slovan-venjarin, ið altso gav nakrar rósur til kanadiska landsliðsmálverjan, Milan Borjan, sum er av serbiskari ætt. Málverjin fekk kultstatus í Beograd, tá hann millum annað stóð ein branddyst fyri FK Crvena Zvezda Beograd (Reyðu Stjørnu, jour.) heima móti Liverpool í 2018, sum Reyða Stjørna vann 2-0.

Umframt at rósa KÍ-liðnum fyri góðan stríðsanda, so segði hann eisini, at tað var ein lætti, at Árni Frederiksberg var leikbannaður.

– Teirra besti spælari, Árni Frederiksberg, var ikki við í dag, og tað var eisini ein lætti, tí við hansara góða vinstra beinið, kundi hann gjørt tað rættiliga ótespiligt fyri okkum í kvøld, greiddi Slovan-venjarin frá á tíðindafundinum.

Les eisini...  Kári dømir steypafinaluna

Men navnið, sum oftast var á lofti á tíðindafundinum, var sjálvandi Kucka (sum varð úttalað “Kutjjjka”), liðskiparin hjá Slovan Bratislava, sum áður hevur verið ein sera eyðsýndur spælari í Serie-A, tá hann millum annað spældi við Milan, Genoa og Parma í Italia frá 2011 til í fjør, tó at hann spældi við Trabzonspor frá 2017 til 2019.

– Kucka er í sínum lívs formi júst nú. Hann er skjótt 37 ár, og er enn ein so avgerandi spælari fyri okkum. Men hann er sera professionellur. Hann møtir upp til venjing ein og ein hálvan tíma áðrenn, fyri at venja kropsvenjing. Ja, hvat meira kann eg siga? Um hann ikki verður ársins spælari í Slovakia, so veit eg ikki. Hann hevur sanniliga prógvað sítt virði fyri okkum í ár, men tað hevur hann so sanniliga eisini gjørt á slovakiska landsliðnum, sum nú skal taka lut í einum EM-endaspæli, sigur Bratislava-venjarin, Vladimir Weiss.