Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Málskjúttin, Jóannes og høvuðsvenjarin eru ernir um avrikið – men iðra seg um tapið

Hoyr stuttu samrøðurnar Trygvi Absalonsen gjørdi við málskjúttin, Mads Boe Mikkelsen, Jóannes Kalsø Danielsen og høvuðsvenjaran, Magne Hoseth um 1-2 tapið hjá KÍ fyri Slovan Bratislava á Tórsvølli í bólki A í Europa Conference League. Semja er um, at KÍ stóð seg væl, tó iðra menn seg um heldur óuppiborna tapið. Allir leggja dent á, at KÍ ætlar at enda evropeiska ævintýrið við einum góðum avriki í Lille 14. desember.

Mynd: Trygvi Absalonsen.