Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Økt vaktarhald til donsk samlistøð fyri jødar

Eins og vit hava nevnt fyrr í dag, so hevur kríggið millum Ísrael og yvirgangsbólkin Hamas, stórar avleiðingar kring allan knøttin. Nú økir danska verjuverkið sín arbeiðsinnsats í jødiskum samlistøðum

Á tíðindafundi í dag, har Peter Hummelgaard (S), løgmálaráðharri og verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen (V), tosaðu til uppmøtt og miðlar annars, kom tað fram, at aftur nú skal danska verjuverkið hjálpa donsku løgregluni. Danskir soldatar og verjuverkið annars, skal taka nakað av arbeiðsbyrðuni hjá donsku løgregluni, við at fremja vaktarhald við jødisk samlistøð í Danmark.

Hetta verður væntandi sett í verk frá 6. desember, upplýsir danska verjumálaráðið.

Sum nakað av tí fyrsta, ið løgmálaráðharrin tók fram, var, at nú skulu tey, ið eru undir hernaðarútbúgving/herskyldu, hjálpa til við hesum.
– Tað eru tey, sum eru undir hernaðarskyldu (t.e. ‘værnepligt’, red.) sum vit hava møguleikan at trekkja uppá. Tí gevur hetta sera góða meining, sigur Peter Hummelgaard.

Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, leggur afturat: – Vit hava ein bólk við umleið 90 persónum, sum kunnu standa klár til hesa uppgávuna. Akkurát hvussu mong okkum tørvar, vita vit meir um, tá vit kenna tær ávísu uppgávurnar betri.

Danska løgreglan hevur mangan áður verið undir trýsti. Tær mongu mótmælisgongurnar, koranbrenningar og trupulleikar av rokkara- og bandaumhvørvinum, hava ofta lagt stórt trýst á donsku løgregluna. Ætlanin hjá donskum myndugleikum er, at við hjálp úr danska verjuverkinum, verða resursir leysgivnar í donsku løgregluni.

Umleið 130 løgreglufólk eru í løtuni knýtt at vaktarhaldum í jødiskum samlistøðum. Síðani 2022, tá trygdarstøðan í Evropa broyttist av krígnum millum Ukreina og Russland, hevur ongin stórvegis hjálp úr danska verjuverkinum verið knýtt at vaktaruppgávum hjá løgregluni.