Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ísrael hevur steðgað samráðingum um longda vápnahvíld

Neyvan eru tað nøkur, ið ikki ynskja kríggið millum Ísrael og yvirgangsbólkin Hamas, at halda uppat. Nú hava partarnir gjørt eina roynd, men ákæra nú hvønn annan fyri at hava brotið viðkomandi avtalu. Ísrael hevur trekt seg aftur frá samráðingarborðinum

Fyrisitingin hjá forsetanum í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur umvegis ísraelsku fregnartænastuna Mossad, boðað frá, at teir taka fólk sítt heim aftur. Samráðingarnar eru í gongd í Doha, Qatar, men nú er Ísrael altso ikki longur við samráðingarborðið.

– Orsaka av stígunum, sum eru í samráðingunum, og eftir boðum frá forsetanum, Benjamin Netanyahu, hevur leiðarin í Mossad, David Barnea, kalla samráðingartoymið í Doha heim, verður sagt í tíðindaboðunum.

Eisini verður sagt, at Hamas ikki heldur sínar skyldur í avtaluni. Onnur lond, so sum Qatar, Egyptaland og USA, siga øll mest sum við ein munn, at samráðingarnar um vápnahvíld halda fram, men nú er Ísrael ikki longur við.

Tað er tí ørkymlandi fyri alheimsstøðuna, at kríggið millum Ísrael og Hamas, var sett í gongd aftur í gjár, eftir eina viku av vápnahvíld. Báðir partarnir ákæra hvønn annan fyri at hava brotið avtalur.