Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

218 færri nýggj akfør í ár

Fólk keypa færri bilar nú, enn tey gjørdu í fjør

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár vóru skrásett tilsamans 1.898 nýggj akfør. Tað eru 218 færri akfør enn til 1. november í fjør. Hetta er ein minking upp á 10,30 prosent.

Verður hugt eftir skráseting av nýggjum akførum í november í ár – samanborið við november í fjør, so eru 57 akfør færri skrásett í ár, enn sama mánað í fjør.

Verður hugt eftir tølunum fyri innflutt brúkt akfør, so eru tíggju akfør fleiri innflutt fyrstu 11 mánaðirnar í ár, samanborið við fyrstu 11 mánaðirnar í fjør.

Higartil í ár eru 260 brúkt akfør innflutt higartil í ár, samanborið við 250 í fjør.

Kelda: Akstovan