Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan arbeiðir enn við harðskapsmáli

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt harðskapsmál í Eysturoynni

Løgreglan arbeiðir enn við einum harðskapsmáli, sum hendi í einum sethúsum í Eysturoynni náttina til sunnudagin.

Í gjár var ikki nógv at frætta um málið – fyriuttan tað, at annar parturin var farin til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum, har viðkomandi eisini fekk eina smærri viðgerð fyri onkran snudd, meðan hin parturin var endaður í brummuni.

Í morgun er heldur ikki nógv at frætta frá hesum málinum. Hetta, tí løgreglan arbeiðir enn við málinum, har eisini nøkur vitni afturat skulu avhoyrast.