Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýtt plátu- og lakkverkstað letur dyrnar upp

Gamla verkstaðið hjá Wenzel er nú umvælt til at vera eitt nýtímans plátu-og lakkverkstað

Gamla verkstaðið hjá Wenzel er nú umvælt til at vera eitt nýtímans plátu-og lakkverkstað, sum Wenzel, saman við Sámal Petur Danielsen, nú lata upp á Akranesgøtu 5.

Á odda fyri Wenzel Lakk er Sámal Petur Danielsen og hevur hann góð og roynd fólk afturat sær. Sjálvur hevur Sámal Petur sera drúgvar royndir innan økið, og varð hann útbúgvin autolakkerari í 2007. Nevnivert er, at Sámal Petur byrjaði lærutíð sína hjá Wenzel. Afturat honum starvast Tummas Jákup Sørensen – plátusmiður, Dánjal Sørensen – lakkerari, Dávid Dam – móttøkuleiðari, Malan Fríða Hentze – móttøkufólk og Turið Thomsen – skrivstovufólk.

Nýggja deildin tekur í móti øllum bilmerkjum og eru buglur, skøvur, og lakkeringsskaðar okkara serkunnleiki. Steinsløg, brotnir rútar og tryggingarskaðar taka vit okkum eisini av.

Verkstaðið er longu latið upp og ber til at bíleggja tíð á telefonnummar 354530 ella við at senda teldupost til lakk@wenzel.fo, so eru Dávid og Malan klár at taka í móti tær.