Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Wenzel umboðar nú heimsins mest selda elbilamerki

P/F Wenzel umboðar nú heimsins mest selda elbilamerkið, BYD

Leingi hevur Tesla sitið á trónuni, sum mest selda elbilamerkið í heiminum, men nú hevur eitt annað bilmerki yvirhálað Tesla, tá tað kemur til globala sølu av elbilum.

Tá tølini fyri síðsta kvartal í 2023 eru tald saman, so fer kinverska bilmerkið BYD at verða mest selda elbilamerkið í heiminum.

Tað skrivar Bloomberg.

BYD er ein stytting fyri Build Your Dreams og kinverski bilframleiðarin handan BYD, er við sínum gott og væl 30 ára royndum á marknaðinum, ein av mest royndu fyritøkunum í Kina innan økið, og nú verður hesin elbilur eisini at finna á føroyska marknaðinum.

P/F Wenzel skrivar í tíðindaskrivi, at fyritøkan nú umboðar BYD í Føroyum.

– Wenzel hevur fingið modellini BYD Seal, BYD Dolphin, BYD Tang og BYD Atto3, ið eru komnir til landið, skrivar P/F Wenzel í tíðindaskrivi.

Frammanundan er Wenzel umboð fyri Volvo, Ford, Mazda, Kia, MG, Isuzu og Polestar.