Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Premier League sendingin kl. 16:00

38 mál, 2 reyð kort, sjálvmál og kolldømd mál...

Seinnapartin Í dag, kl. 16:00 verður aftur Premier League sending á FM1.

Umfar. 14 í Premier League hevði 38 mál, 2 reyð kort, kolldømd mál, sjálvmál og eitt hav av gulum kortum.

City eru vornir menniskjaligir og Erling Haaland hevur framvegis torført við at seta sín dám á toppdystirnar.

Sendingin verður í ein lítlan tíma og tosað verður um alt 14. umfar.

Vertur í dag verður Trygvi Absalonsen. Viðvertur er Jónas Ákason.