Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

SÍ klintrar – KÍF dragnar

Nakrir dystir í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum hava verið um vikuskiftið

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
KÍF – SÍ 0-3 (24-26, 11-25, 16-25)

Fyri fimm vikum síðani legði KÍF seg á odda í Føroya Tele-deildini eftir 3-0 sigur á SÍ. Nú er vent í holuni; SÍ vann hesa ferð 3-0 og er farið at klintra á stigatalvuni, meðan KÍF hevur tapt allar sínar fýra dystir 3-0 síðani áðurnevnda 3-0 sigur á SÍ.

Tað kom dátt við hjá KÍF, at Eyðrið E. Hansen sat uttanfyri við skaða, og týðiligt var, at slagstyrki vantaði á liðnum, og so var tað steinur oman á byrðu, at libero Lisa Johanna Niclasen var sjúk. Haraftrat situr langtíðarskaddi hevarin, Guðrun L. Joensen, uttanfyri við skaða.

Heimaliðið rann aftaná stóran part av fyrsta setti, og hvørja fer KÍF fekk samband, svaraði SÍ aftur og legði seg framumaftur við trimum og fýra stigum. Soleiðis legði SÍ seg á odda 6-2, 11-7 og 15-12, men tá KÍF javnaði til 18-18, megnaðu tær at halda fast, og eftir trý stig á rað hevði KÍF vunnið sær settbólt. SÍ tók leikbrá, og tað loysti seg, tí SÍ vann næstu trý stigini og settið 26-24.

SÍ helt á við sama lag í øðrum setti, og eftir seks servur frá Pulquerio da Silva, var støðan 6-0. KÍF kom tó nøkulunda fyri seg aftur og minkaði um munin til 6-8 og 9-11, men so vann SÍ aftur fýra á rað, og frá 15-11 vann SÍ rest – 10 stig á rað! Tær níggju servurnar átti Paula Nattestad Joensen.

Triðja sett minti eitt sindur um tað undanfarna. Eftir at SÍ hevði lagt seg á odda 8-4, minkaði KÍF um munin til 8-9, men so dró SÍ frá aftur og vann settið 25-16.

Les eisini...  Hjalgrím Elttør og Regin Sivertsen. viðgjørdu avrikini í Evropa og 17. umfar í Betrideildini

TB aftur á triðjaplássinum

TB-Ternan 3-0 (25-14, 26-24, 25-17)

Við 3-0 sigri á Ternuni sunnudagin vann TB sær triðjaplássið aftur, eftir at SÍ hevði havt tað til láns í eitt samdøgur. Bæði hava tó 9 stig, men TB hevur betri settmun. Haraftrat hevur TB spælt ein dyst færri.

TB gjørdi skjótt av í fyrsta setti og fór frá 7-5 upp á 15-9, áðrenn settið varð vunnið 25-14. Men í øðrum setti fekk TB rættiliga mótstøðu. TB var á odda 10-7 og 14-10, áðrenn tað eydnaðist Ternuni at javna til 18-18. TB togaði seg framum aftur, men Ternan javnaði aftur til 21-21, 23-23 og 24-24. TB legði seg enn einaferð á odda og fekk settbólt, og hann smassjaði Johanna Christiansdóttir í blokkin og út til 26-24 til TB.

Triðja sett var rímiliga javnt fyrstu løtuna, men so líðandi streyk TB avstað, og 8-8 gjørdist til 12-8 og 15-11, áðrenn tað veruliga skrædnaði millum liðini, og TB vann 25-17.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

LiðDystirSettmunurStig
Dráttur61617
Fleyr6913
TB539
609
KÍF6-66
Mjølnir4-73
Ternan5-150