Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

15 ferðsluóhapp um vikuskiftið

Tað hevur verið sera hált um vikuskiftið, og løgreglan hevur eisini fingið nakrar fráboðanir um óhapp í hálkuni

Tað hevur verið sera hált kring landið um vikuskiftið. Tað hevur fryst um náttina, regna um dagin og so aftur fryst um náttina, og tað hevur elvt til nøkur hálkuóhapp.

Vit hava áður skrivað um saltbilin hjá Landsverki, ið fór á glið á Selatraðarvegnum leygarmorgunin, hóast ferðin ikki var meira enn tíggju kilometrar um tíman. Bilurin gleið av vegnum og fór runt, og tí var Selatraðarvegurin stongdur ein part av leygardegnum av tí sama.

Á Kaldbaksvegnum rendu tveir bilar frontalt saman leygarmorgunin, har tað eisini var hálkan, ið var atvoldin til óhappið. Eingin fólkaskaði stóðst av hesum báðum óhappunum, men bilarnir, sum rendu saman á Kaldbaksvegnum, máttu hava hjálp til at verða fluttir av staðnum.

Í nátt hevur eisini verið hált, men enn hevur løgreglan ikki frætt um nakað hálkuóhapp, men alt í alt hava verið 15 hálkuóhapp, ið løgreglan veit um, í vikuskiftinum.