Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Týsdagin klokkan 14 fáa lurtararnir hjá FM1 høvið at vinna krimiskaldsøguna: “Lygn” hjá Eyðuni Klakstein sum vitjar studio

Týsdagin klokkan 14 vitjar Eyðun Klakstein studio hjá FM1, har lurtararnir gjøgnum sms-skipanina nummar 559999 fáa høvið at vinna eintøk av bókini “Lygn”.

Eyðun hevur lisið og umrøtt nógvan krimiskaldskap, serliga norðurlendskan krimiskaldskap, og hevur nú sjálvur etablerað seg sum krimirithøvundur. Í sendingini “Hvonn Live” á gamla Rás2 hevði Eyðun nakrar framstandandi norðurlendskar krimirithøvundar á gátt. Tað, bókina og annað rundanum krimiskaldskap fara vit at fáa Eyðun at seta orð á í sendingini í morgin klokkan 14.