Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

18 nýggir HTU samskiparar

Byggiharrasamtak Føroya, saman við Landsverki, hava skipað fyri skeiði innan arbeiðsumhvørvissamskipan (HTU samskipari) innan bygging og verklag

Skeiðið var væl eydnað, og høvdu heili 18 luttakarar melda seg til. Skeiðið var skipað í tveimum umførum, har ein heima uppgáva skuldi gerast millum skeiðið.

Á skeiðnum hevur verið undirvíst í og sett orð á, hvørja uppgávu og ábyrgd ymsu partarnir í eini verkætlan hava. Tað veri seg samskipari vegna byggiharra, byggiharrin, tann projekterandi og arbeiðstakarin.

Tað var Lasse Bo Hartmann, frá NIRAS, sum hevur undirvíst í skeiðnum, ið endaði 29. november, har 18 luttakarar fingu prógv sum samskiparar innan arbeiðsumhvørvi.