Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Holy Spider – filmur um átrúnaðarligan ørskap og hópdráp

Átrúnaðarligur ørskapur og hópdráp hanga saman í sera spennandi danska-iranska ræðufilminum, Holy Spider. Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum í samstarvi við FIMFF sunnudagin, 10. desembur kl. 15

Holy Spider byggir á veruligar hendingar. Frá 2000 til 2001 vórðu 16 kvinnur myrdar í iranska býinum Mashhad. Mordarin var ein raðdrápsmaður, sum sambært sær sjálvum framdi Guðs ætlan. Ein stórur partur av fólkinum stuðlaði hesari áskoðan, tí kvinnurnar vóru skøkjur og tí “syndarar”.

Hyggjarin gerst skjótt greiður yvir, hvør drápsmaðurin er; hann er ein heilt vanligur byggiarbeiðarari við konu og trimum børnum, sum elska hann. Um næturnar, tá familjan ikki er heima, koyrir hann tó við motorsúkklu sínari runt í býnum og tekur skøkjur við sær heim, har hann kvalir tær, tekur samanballaða líkið og sleppur sær av við tað á onkrum oyðiøki uttanfyri býin. Hann er sannførdur um, at tað hann ger, er vilji Allah – at hann reinsar gøtumyndina fyri skøkjur.

Tað ræðuliga við hesum er, at meginparturin av fólkunum í býnum hava somu áskoðan sum hann – at hann ger tað, sum neyðugt og gott er – at myrða hesar skøkjurnar. Drápsmaðurin gerst nærum ein hetja fyri tey.

Vit fylgja journalistinum, Rahimi, sum roynir at uppklára málið, og vit fáa soleiðis innlit í eitt samfelag við skipaðari kvinnukúgan og síggja, hvussu ræðuligastu gerðirnar kunnu rættvísgerast, tá átrúnaðarligur ørskapur er uppií.

Filmurin, sum Ali Abbasi hevur leikstjórnað, er heiðraður við fleiri heiðurslønum og var eitt av donsku boðunum til Oscar-virðislønina fyri besta altjóða film í 2023.