Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Váðaráð: Enn positiv gongd í føroyska búskapinum

Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur vakið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum

Føroyski búskapurin er framvegis eyðkendur av positivum lyklatølum, so sum lágt arbeiðsloysi, veksandi lønargjaldingar og tal av løntakarum.

Avlopið á handilsjavnanum er eisini økt higartil í 2023. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er øktur og var 9,8 prosent í oktober 2023, ið serliga stavar frá øktum útlánum til kommunurnar, húsarhaldini og almennu fyritøkurnar, skrivar Føroya Váðaráð.

Positiva gongdin í føroyska búskapinum, ið hevur verið seinastu mongu árini, er ikki vend, tí búskaparligu lyklatølini vísa framvegis tekin um vøkstur. Lønargjaldingarnar og talið av løntakarum er veksandi, og arbeiðsloysið er søguliga lágt.

Føroya Váðaráð skrivar, at avlopið á handilsjavnanum av vørum er higartil í 2023 økt, tí útflutningsvirðið er økt samstundis sum innflutningsvirðið er minkað. Økta útflutningsvirðið kemur millum annað av størri kvotum av svartkjafti, meðan lægra innflutningsvirðið fyri ein part stavar frá einum lægri oljuprísi.

– Inflasjónin er minkað til eitt lægri støði, men er tó framvegis positiv, sum merkir, at prísirnir enn veksa. Hagtøl fyri kortnýtsluna vísa, at føroyingar hava nýtt meira av peningi enn í fjør, men at tey, orsakað av inflasjónini, hava fingið minni fyri peningin. Eftirspurningurin hjá húsarhaldunum eftir vørum, so sum húsbúnaði ella klæðum og skóm, er minkaður, meðan nýtslan av matvørum er áleið óbroytt, skrivar Føroya Váðaráð.

Niðurstøðan hjá Føroya Váðaráð frá fundi 29. november er sostatt, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur vakið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum. 

Til ber at lesa meira um niðurstøðurnar av fundinum hjá Føroya Váðaráð her.