Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Malan Petersen sett sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur sett Maluna Petersen í starv sum fyrstilærara í Hvalvíkar skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Maluna Petersen í starv sum fyrstilærara í Hvalvíkar skúla frá 1 januar 2024 at rokna.

Tað skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið á heimasíðu sínari.

Malan Petersen er 43 ára gomul og tók læraraprógv í 2018, umframt at hava tikið ymisk viðkomandi skeið.

Hon býr í Streymnesi og hevur undirvíst í Kvívíkar skúla hesi síðstu seks árini. Umframt læraraútbúgving er Malan Petersen útlærd sum frisør og hevur havt egna fyritøku í átta ár, áðrenn hon valdi at taka læraraútbúgving.

Malan Petersen hevur eitt skifti og eftir tørvi havt leiðsluna um hendi í Kvívíkar skúla.