Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lastbilur gleið á mótkoyrandi farbreyt

Ein lastbilur hjá Posta endaðu úti í bilverjuni í nátt

Enn ein morgun, har tað er sera hált kring landið.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi greiðir frá í morgun, at løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir um hálku, serliga í Eysturoynni.

– Bilførarar vera bidnir um at ansa sær í ferðsluni, hóast landsvegirnir nú eru saltaðir, sigur vaktleiðarin.

Ein lastbil hjá Posta gleið í nátt á mótkoyrandi farbreyt um Gøtueiði, og endaði úti í bilverjuni har, og slapp hvørki aftur ella fram.

So hevur eisini eitt hálkuóhapp verið í Funningsfirði, har ein bilur er gliðin av vegnum í bygdini.

– Ein sjúkrabilur og ein politibilur kom á staðið. Bilførarin fór til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum, men tað var ikki nakað alvorligt, sigur vaktleiðarin.

Bæði akførini, sum eru gliðin í hálkuni, mugu hava hjálp til at koma av staðnum.

Landsverk boðar frá hálku í Sandoy, við Velbastaðháls og í Kaldbaksbotni, meðan løgreglan sigur, at tað enn er sera hált í støðum, serliga í norðara parti í Eysturoynni.

Lastbilurin hjá Posta, sum gleið í mótkoyrandi farbreyt (Mynd: Landsverk)