Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnulandsliðið skal reisa seg

Eftir 9-0 stórtapi fyriMontenegro fríggjadagin, skal A-landsliðið við kvinnum reisa seg til dystin í dag, ið verður á útivølli ímóti Aserbadjan

Síðsti dysturin hjá kvinnulandsliðnum í hesari Nations League-undankappingini verður leiktur í dag, týsdagin 5. desember – hesa ferð á útivølli móti Aserbadjan.

Kvinnurnar blivu snøgt sagt avsmurdar í Montenegro fríggjadagin, tá føroyska liðið legði rygg til eitt 9-0 tap fyri vertunum í Montenegro, so er dysturin í dag avgjørt ein møguleiki fyri at reisa seg, og harvið enda árið á betri hátt.

Seinast Føroyar leiktu móti Aserbadjan, var á heimavølli 27. oktober, og tá vann útiliðið 2-1.

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, letur væl at fyrireikingunum:

– Vit hava vant tvær ferðir her niðri, og umstøðurnar eru góðar. Saman við hópinum hava vit arbeitt hart upp á at rætta tey tingini, sum ikki riggaðu seinast. Hetta er seinasti dystur í ár, og vit skulu reisa okkum og enda árið væl, sigur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari.

Julia Naomi Mortensen er leikbannað, og verður tí ikki við til dystin móti í dag.

Nations League dysturin millum Aserbadjan og Føroyar byrjar í dag klokkan 15 føroyska tíð.

Dysturin verður vístur beinleiðis á R1 í Televarpinum.

Kelda: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo