Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú kunnu atgongumerki til Bátastevnuna 2024 keypast

Vælumtókta Bátastevnan í Vestmenna verður aftur á skrá í 2024. Í døgunum 23.-25. mai verður aftur Bátastevna hildin, og longu nú kunnu atgongumerki keypast

Frá fyriskiparum handan Bátastevnuna:

Nú ber til at keypa atgongumerki og bíleggja pláss til bát ella kampingvogn á Bátastevnuni, ið verður 23. til 25. mai 2024, Keyp á xx.fo

Bátastevnan – har vit koma saman til hugna og samveru – hevur aftur eina rúgvu av góðum tónleiki, umframt vælumtókta sangkvøldið við Magnussen brøðrunum.

Flestu av nøvninum kenna vit aftur frá undanfarnum árum, men í ár verður eisini aktuelli bólkurin ”Gasbox” ið vann ”Stjerneklar” fyrr í ár. Gasbox spælir tey mest kendu løgini hjá Gasoline og Kim Larsen

Vit kunnu longu nú avdúkað at hesi koma at spæla á Bátastevnuni.

Hóskvøldið 23. mai verður sangkvøld við Magnus og Rasmus

Fríggjakvøldið 24 mai:

Grandmas Basement  

Gasbox

Annfinn og co 

Jens Marni Band 

Páll Finnur Páll

Leygarkvøldið 25. mai:

Magni Christiansen

Shamrock

Formenh         

Hallur Joensen