Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samráðingarnar við Russland eru byrjaðar

Í morgun byrjaðu samráðingar millum føroysku og russisku myndugleikarnar um fiskivinnuavtalu fyri komandi ár

Klokkan 10 í morgun byrjaðu samráðingar millum føroyskar og russiskar myndugleikar um fiskivinnuavtalu fyri 2024.

Tað skrivar dimma.fo.

Formliga er tað landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Dennis Holm, sum hevur ábyrgdina av samráðingunum, men tað er Andras Kristiansen úr fiskimálaráðnum, ið stendur á odda fyri samráðingarnevndini.

Tveir dagar eru fyribils settir av til samráðingarnar um føroysk fiskirættindi í russiska partinum av Barentshavinum, umframt russisku veiðuna eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.

Tað hevur drigið nógv út, áðrenn samgongan meldaði út, at Føroyar aftur í ár fóru til samráðingar við russar um fiskivinnuavtaluna fyri 2024, hóast samgonguflokkarnir áðrenn løgtingsvalið í fjør meldaðu út, at fiskivinnusamstarvið við Russland skuldi steðga, so leingi Russland var í kriggj við Ukraina.

Dimma skrivar, at í løtuni eru seks føroysk skip, ið fiska botnfisk og rækjur í Barentshavinum – teirra millum Akraberg, Emerald og Gadus, sum eru nýggjastu skipini í føroyska flotanum.