Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú er koyrandi aftur á Selatraðarvegnum

Tað er framvegis sera hált ymsastaðni í landinum

(Dagført klokkan 12:22)

Nú er koyrandi aftur til Selatraðar.

Landsverk kom fyrrapartin við eini áheitan og skrivaði, at tað er framvegis sera hált á Selatraðarvegnum. Tí mælir Landsverk øllum bilførarum frá at koyra eftir hesi leiðini í løtuni.

Nærri kunning um nær ráðiligt er at koyra aftur verður lýst seinni.

Til ber annars at síggja koyrilíkindir inni á landsverk.fo.

KOYRILÍKINDI

  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri – kl. 12:15 Roknast kann við hálku
  • við Velbastaðháls – kl. 12:15 Roknast kann við hálku
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru – kl. 12:15 Roknast kann við hálku