Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aleksandar Jovevic hevur longt sáttmálan

Samstarvið millum ÍF og Aleksandar Jovevic er longt við tveimum árum

Leingi ljóðaði tað, at Aleksandar Jovevic skuldi halda fram í ÍF, og nú er tað alment.

ÍF og Aleksandar Jovevic hava longt samstarvið við tveimum árum, og nú verður Aleksander fulltíðarvenjari hjá ÍF.

Tað skrivar ÍF.

Fyri tveimum árum síðani, settu nevndin í ÍF sær fyri, at nú mátti leggjast á annan bógv. Aleksandar varð settur í starv sum høvuðsvenjari, og aðalmálið var, at menna ungu heimligu spælararnar.

– Longu fyrsta árið eydnaðist tað okkum, at vinna okkum sætið aftur í Betri delidini, og tá ið so seinasta bríkslið var floyta kappingarárið 2023, kundu vit staðfesta og hátíðarhalda, at vit halda fram eisini í 2024 í Betri deildini, skrivar ÍF.

Tey undanfarnu tvey árini, hevur Alexandar verið parttíðarvenjari, men nú er nevndin og Aleksandar vorðin samd um, at tann leisturin verður broyttur, so nú er Aleksandar frá komandi árið fulltíðarsettur venjari í felagnum.

ÍF endaði nummar átta í Betri Deildini í ár, men var av mongum serfrøðingum, undan kappingarárinum, spáddir til at flyta niður í næstbestu deildina í ár.