Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Christian Høgni høvuðsvenjari hjá næstbesta og U21-liðnum hjá ÍF

Avtalan er galdandi fyri restina av hesum árinum

Avtala er gjørd millum ÍF og Christian Høgna Jacobsen um at vera høvuðsvenjari hjá næstbesta og U21 liðunum hjá ÍF. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2024.

Christian Høgni loysir Ólav Larsen av, sum nú er hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá ÍF, eftir at Jákup Martin Joensen er vorðin høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá ÍF.

Heimasíðan hjá Ítróttarfelag Fuglafjarðar skrivar, at Christian Høgni er ein kendur maður í føroyskum fótbólti. Gamli málrevurin úr Runavík, við nógvum dystum og málum í bestu deildini, hevur seinastu árini verið venjari hjá ymiskum liðnum hjá NSÍ.

– Men nú er avtala komin í lag og verður Christian Høgni venjari í Fuglafirði í ár. Christian Høgni er eisini í gongd við at taka A-venjaraprógv. Vit í ÍF ynskja Christani Høgna hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ynskja honum góða eydnu