Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsluátak í Suðuroy: 41 bøtur skrivaðar

Løgreglan hevur havt ferðslukanningar í Suðuroy hesa vikuna, og hildið verður fram í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn

– Mánadagin vórðu 21 bøtur skrivaðar, og í gjár var talið 20.

Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun, nú løgreglan hevur verið í Suðuroynni og gjørt ferðslukanningar har.

– Vit halda fram at gera ferðslukanningar í Suðuroy í dag, greiðir vaktleiðarin frá.

Tað er eitt sindur av hvørjum, sum fólk hava fingið bøtur fyri. Nógvar lyktir vóru ikki í ordan, onkur sat ikki í bilbelti, og so eru nakrar bøtur skrivaðar, tí dekkini ikki hava verið í lagi.

– Tá tað verður koyrt við píkadekkum, so má tað ikki vera 25 prosent á muni millum dekk við flest píkum, og dekk við minst píkum, so ja, vit hava eisini verið niðri á øllum fýra og talt píkar, greiðir vaktleiðarin frá.

Vaktleiðarin kemur við einum dømi, at hevur eitt dekk 100 píkar, so má dekkið við minst píkum ikki vera niðanfyri 75.

So vóru tað eisini summi, sum koyrdu við summardekkum, hóast vandi er fyri hálku.

Har sigur lógin, at frá 1. desember til 1. apríl, um hálka er, eru summardekk forboðin, um ikki ketur verða nýttar.

Meira kunning um dekk kann lesast her.