Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

PISA 2022: Fartelefonir órógva næmingar í skúlanum

Mælt verður ikki til at seta forboð, tí næmingar hava tørv á at læra at handfara telefonina, bæði í skúla og heim. Tí mælir OECD til at læra næmingar, at hóvlig nýtsla av talgildum amboðum kann hava positiva ávirkan á teirra fakligu avrik

Kanningarúrslitini í PISA 2022 benda á, at tað er ymiskt, hvussu gentur og dreingir brúka KT, bæði í og uttan fyri skúlan. Kynini hava eisini ymiskar fatanir av, hvussu nógv KT verður nýtt í ymsu fakunum. Av tí, at talan er um eginfráboðanir hjá næmingum, skulu úrslitini tulkast sum ábendingar. Tað sýnist ikki at vera samband millum, hvussu næmingarnir fata egnar KT-førleikar og PISA 2022-úrslitini í fakunum støddfrøði, lesing og náttúruvísindum. Støðan í 2022 kann metast at vera á sama støði sum í 2018, tá førleikin at hugsa kritiskt, kreativt og sjálvstøðugt vantaði.

Tað er umráðandi hjá skúlaleiðarum, lærarum og næmingum at skilja, hvussu KT verður kannað av OECD (The Organisation for Economic Co-operation and Development), stendur at lesa í frágreiðingini.

“Kannað verður um atgongdina til útgerðina, eins og tað verður kannað, hvørjar førleikar lærarar hava, og hvussu næmingar fata hesa, umframt egnar førleikar. Sostatt verður mett um atgongd, nýtslu og førleikar. Tað er ein stórur hópur av 9.-flokksnæmingum, sum ikki meta seg hava nøktandi telduførleikar og talgildisbúgving. Tøkniligu amboðini sýnast at vera tøk í flestum skúlum til bæði næmingar og lærarar. Tó sýnist KT-didaktikkur og talgildisbúgving saman við 21.-aldar-førleikum ikki at vera nøktandi hjá skúlaleiðarum, lærarum og næmingum. Skúlaleiðarar hava sum heild tryggjað atkomu til talgilda tøkni, eins og at meginreglur fyri nýtslu eru settar í verk. Flestu skúlar boða frá, at reglur eru, sum avmarka ella banna fartelefonum í skúlunum.

Tað er ein av niðurstøðunum í PISA 2022, at fartelefonir í skúlanum órógva næmingar, og ivasamt er, hvør positiva nyttan av teimum er innan skúlagátt. Eitt forboð verður tó ikki viðmælt, tí næmingar hava tørv á at læra at handfara telefonina, bæði í skúla og heim. Tí mælir OECD til at læra næmingar, at hóvlig nýtsla av talgildum amboðum kann hava positiva ávirkan á teirra fakligu avrik.

Les eisini...  29 verkætlanir fingið játtað tímar

Stórur partur av næmingunum kenna seg órógvaðar av talgildum undirvísingaramboðum. Hetta sæst í tølum bæði í Føroyum, Danmark og Íslandi.

Í frágreiðingini er ein røð av tilmælum, tá ið talan er um kt. Til dømis at mannagongdir verða gjørdar at minka um órógvið, tá talgild amboð verða nýtt at stuðla undir læring í støddfrøði eins og í øðrum fakum. Somuleiðis verður mælt til, at gentur í ungum aldri verða styrktar í síni talgildisbúgving, umframt í nýtslu av teimum forritum, sum lærararnir brúka. Bæði hjá gentum og dreingum verður mælt til hóvliga nýtslu (ein tíma dagliga). Annað tilmæli er at lærarar fáa í boði eftirútbúgvingarskeið og vegleiðing at leggja undirvísingina til rættis.

Kelda: Skúlablaðið