Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hálkan órógvar aftur ruskinnsavningina í Havn

Aftur í dag hevur hálkan tarnað ruskinnsavningini í Havn

Tað hevur verið hált seinastu dagarnar, og hálkan hevur eisini tarnað ruskinnsavningini, millum annað í Havn.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at støðini, har burturkastið ikki er tikið í dag, noyðast at bíða til næstu ferð, ruskinnsavningin heintar burturkast í økinum.

Talan er um hesi støðini:

  • Tjarnarlág
  • Sámalsgøta
  • Hamarsgøta
  • Ægishædd
  • Mortansstovubrekka
  • Sólteigur
  • Ein partur av Spógvavegnum