Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heilsumálaráðið fær eina álvarsliga átalu

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpinum um vantandi innlit í eina átalu og grundarlagið fyri átaluni. Umboðsmaðurin hevur biðið Heilsumálaráðið um taka málið upp til nýggja viðgerð. Umboðsmaðurin heldur eisini, at framferðin hjá Heilsumálaráðnum í málinum ikki hevur verið í samsvari við endamálið við innlitslógini um at virka fyri gjøgnumskygni og opinleika í umsitingini

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpinum um vantandi innlit í eina átalu og grundarlagið fyri átaluni.

Tann 29. juni 2023 bað KVF Heilsumálaráðið um innlit í eina átalu, sum eitt navngivið starvsfólk í leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum hevði fingið á fundi í Heilsumálaráðnum tann 16. juni 2023 og innlit í grundarlagið fyri átaluni.

Tann 4. juli 2023 svaraði Heilsumálaráðið, at ongin átala varð givin á fundinum tann 16. juni 2023. Ráðið viðmerkti, at KVF eisini hevði biðið um innlit í frásøgnina frá hesum fundi, men at hendan ikki var endaliga góðkend. Tá fundarfrágreiðingin var góðkend, fekk KVF innlit í frágreiðingina.

Eftir at umboðsmaðurin hevði fingið frágreiðingar og viðkomandi skjøl frá Heilsumálaráðnum, kundi umboðsmaðurin staðfesta, at viðkomandi starvsfólk hevði fingið eina átalu frá Heilsumálaráðnum tó ikki á fundinum 16. juni 2023, men á fundi nakrar dagar frammanundan. Eisini kundi umboðsmaðurin staðfesta, at á fundinum 16. juni 2023 var kunnað um hesa ávaring, men at kunningin ikki varð endurgivin í fundarfrásøgnini frá fundinum.

Umboðsmaðurin metti, at hóast KVF hevði víst á skeivan fund, hevði KVF eyðmerkt málið/skjalið á slíkan hátt, at Heilsumálaráðið visti, hvat mál/skjal talan var um, og at ráðið tí av røttum ikki kundi nokta innlit við at vísa til, at ávaringin ikki varð givin á nevnda fundi. Umboðsmaðurin bað tí Heilsumálaráðið taka málið upp til nýggja viðgerð.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at í byrjanini av málinum var klagumálsupplýsingin frá Heilsumálaráðnum so avmarkað, at hetta kundi tulkast sum vantandi vilji at upplýsa klagumálið nøktandi fyri umboðsmanninum.

Umboðsmaðurin helt, at framferðin hjá Heilsumálaráðnum í hesum máli var ikki í samsvari við endamálið við innlitslógini um at virka fyri gjøgnumskygni og opinleika í umsitingini. Av hesum avgjørdi umboðsmaðurin at geva Heilsumálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og sendi samsvarandi § 10 í umboðsmanslógini fráboðan um málið til Løgtingið, løgmann og landsstýriskvinnuna í heilsumálum. (LUM 23/18452)

Les eisini...  Hækkan av gjaldið til Kringvarpið til hoyringar

Skrivið í navnleysum líki kann lesast her.