Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útbúgva undirvísarar til alsamt fleiri tilflytarar

Nýggja diplomútbúgvingin á masterstigi á Fróðskaparsetri Føroya hevur sum fremsta mál at útbúgva undirvísarar til føroyskt sum annaðmál. Avgjørt eitt neyðugt stig, sigur Elisabeth Holm, samskipari á útbúgvingini

Skúlablaðið hevur grein eftir Jákup Boga Joensen, sum snýr seg um útbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya, og vit endurgeva brot úr greinini niðanfyri.

Á heysti í 2021 varð farið undir nýggja diplomútbúgving á masterstigi á Fróðskaparsetri Føroya. Talan er um útbúgving, sum var umbiðin av Mentamálaráðnum; hon miðar eftir at útbúgva undirvísarar til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Endmálið er at útbúgva undirvísarar til nýggja veruleikan við alsamt fleiri tilflytarum í Føroyum, ið hava annað móðurmál og føroyskt sum annaðmál. Hesin veruleikin krevur, at lærarar hava holla fakliga vitan um annaðmálslæru, og hvussu fleirmæli næminganna kann verða nýtt sum tilfeingi í undirvísingini.

Málið er púra avgerandi liður, skulu tilflytarar falla væl til í Føroyum og gerast javnbjóðis borgarar í demokratiska samfelagnum. Og tí hevur tað stóran týdning at raðfesta føroyskt sum annaðmál og dugnaligar undirvísarar.

Tað heldur Elisabeth Holm, sum er samskipari á útbúgvingini og var við í arbeiðsbólkinum, sum Fróðskaparsetrið setti at fyrireika og leggja útbúgvingina til rættis.

Útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum hevur fingið góða móttøku millum tey lesandi, ið fegnast um ognaðu førleikarnar at undirvísa tilflytarum í føroyskum.

Kravið at sleppa inn á útbúgvingina er, at umsøkjarin frammanundan er útbúgvin lærari við føroyskum ella øðrum máli ella hevur lisið málfak á hægri útbúgving. Í endamálsorðingini fyri útbúgvingina stendur millum annað, at “endamálið er at útbúgva undirvísarar við ymiskum førleikastigi í føroyskum sum annaðmál, grundað á ástøðiliga vitan um máltøku og læring í einum fjølbroyttum málsligum og mentanarligum konteksti. Endamálið er soleiðis at menna fakliga vitan og førleikar hjá teimum lesandi at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri ymsar málbólkar og við atliti at etos um inkluderandi útbúgving”.

Les eisini...  Dánjal: fyrsta málið var eitt tunt brotsspark og annað málið var hondbóltur

Tað eru tí ikki hissini krøv, ið sett verða teimum lesandi.

Tí er útbúgvingin eisini væl skipað og løgd til rættis, so tey lesandi ogna sær grundleggjandi og neyðugar førleikar, ið fevna bæði djúpt og breitt.

Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur í fimm stigum, býtt á fimm lestrarhálvur, svarandi til hálvtriðja ár.

Eitt endamál við útbúgvingini er, at tey lesandi alla tíðina knýta ástøði og veruleika saman og spíska sær førleikarnar at miðla vitanina og læra frá sær.

– Tey lesandi verða sett andlit til andlits við veruliga lívið. Tey skulu duga at reflektera um seg sjálv og leiklutin sum undirvísari og grundgeva væl og virðiliga fyri tí, tey gera, sigur Elisabeth Holm, samskipari.

Hon leggur dent á, at útbúgvingin støðugt miðar eftir at vera á einum høgum altjóða stigi og at byggja á altjóða gransking. Arbeitt verður granskingargrundað við vitan og menning og didaktiskari grundan á fakøkinum.

Enn er tó lítið granskað í Føroyum á økinum.

Elisabeth Holm heldur, at tað má vera eitt greitt signal frá Fróðskaparsetri Føroya til politiska myndugleikan, at útbúgving av undirvísarum í føroyskum sum annaðmál er ongin skjót og ómakaleys loysn. Tvørturímóti. Tað krevur tol, hegni og dugnaskap og haraftrat ein veruligan vilja at raðfesta útbúgvingina og menna nýggja fak- og granskingarøkið.

– Tað er í tøkum tíma, at vit taka okkum um reiggj. Í veruleikanum hevur politiski myndugleikin sovið í tímanum, tí talið av tilflytarum er økt nógv seinastu árini, men hvørki nøktandi tilboð um undirvísing ella fíggjarlig játtan hevur fylgt við. Neyðugt er við átøkum á fleiri mótum. Gera vit onki munagott nú, kann tað koma okkum aftur um brekku, sigur Elisabeth Holm.

Les eisini...  Nú fáa vit eitt príseftirlit

Hendan greinin er brot úr samrøðu, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt í Skúlablað nr 5, 2023. Les alla greinina í blaðnum.