Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsluóhapp í Klaksvík fyrrapartin

Eitt fólk varð flutt til Landssjúkrahúsið til viðgerðar

Eitt ferðsluóhapp hendi Úti í Grøv í Klaksvík fyrrapartin í dag, har tveir bilar stoyttu frontalt saman.

Fráboðanin kom inn til løgregluna klokkan 11:33.

– Talan var um eitt hálkuóhapp. Eitt fólk bleiv flutt á Landssjúkrahúsið til nærri viðgerð, men viðkomandi er ikki í lívsvanda, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Sambært vaktleiðaranum, so misti annar bilførarin tamarhaldið vegna hálku, og bilurin rennur frontalt saman við ein annan bil.

Av tí sama var Oyravegurin stongdur eina løtu, meðan vegurin varð ruddaður, men er nú opin aftur fyri ferðslu.